Havnar Fysioterapi

Á Havnar Fysioterapi starvast í dag 6 fysioterapeutar og ein klinikkskrivari. Vit eru eitt toymi av fysioterapeutum, sum seta okkara fakliga førleika og góðskuna i okkara viðgerðum í hásæti.

Sp/f Havnar Fysioterapi bleiv sett á stovn í 1990 av fysioterapeutunum Torill Jensen og Bergur Jensen. Í 1999 byrjaði Klæmint Isaksen FT, Dip.MDT at starvast saman við Torill og Bergur á Klinikkini. Í 2001 flutti klinikkin í nýggjan bygning á Tinghúsvegi 72. Sama ár byrjaði Hjørleif Niclasen FT, MFE, Cert.MDT at starvast á Havnar Fysioterapi. Í 2006 yvirtóku Klæmint og Hjørleif klinikkina. Samstundis opnaðu teir Vága Fysioterapi, sum í dag heldur til á Heilsumiðstøðini í Miðvági. Tað starvast í dag 6 fysioterapeutar á Havnar Fysioterapi og 1 fysioterapeutur í Vága Fysioterapi.

Kunning frá FysioFøroyum í samband við at Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi lata upp aftur.

Mánadagin 4. mai hava klinikkir okkara opið aftur næstan sum vanligt.

Tað vil siga at um tú hevur brúk fyri okkum í samband við kanning, viðger, ráðgeving, venjing o.a. so skalt tú endiliga seta teg í samband við okkum umvegis telefon, teldupost ella fb.

Vit gera framvegis alt vit kunnu fyri at fylgja vegleiðingunum frá heilsumynduleikunum fyri at minka um vandan fyri covid-19 smittuspjaðing.

Tí skalt tú fyribils ikki koma á klinikkirnar uttan at hava eina avtalu.

Vit hava eisini vælskipaðar innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir fyri at fyribyrgja covid-19 smittuspjaðing.

Hettar ávirkar eisini hvussu tú skalt fyrihalda teg tá tú kemur á klinikkir okkara.

Les vinarliga niðanfyri:

- Um tú hevur nøkur tekin uppá covid-19 (febur, hosta, ilt í hálsinum, høvuðpínu, vøddaeymleika, andaneyð og ávirkaðan smakkisans) skalt tú ikki koma inn á klinikkirnar.
- Tá tú hevur kontakta okkum, ringja vit teg upp aftur fyri at at hoyra hvat tað snýr seg um og geva tær tíð. Samstundis spyrja vit inn til covid-19 tekin og um tú hevur verið uttanlanda seinastu 14 dagarnar.
- Um tú ella vit eru í iva um tað er best ikki at koma á klinikkina, kunnu vit saktans byrja kanningina og viðgerðina umvegis datugóðkent fjarðskifitsforrit á teldu ella telefon.
- Tú verður biðin um at spritta hendur tá tú kemur inn á klinikkina.
- Tú verður biðin um at møta beint áðrenn avtalaðu tíðina og um at fara avstað aftur beint eftir viðgerðina og avrokning.
- Avvarandi eru vælkomin við um tað er neyðugt, men annars best at ongin er við.

Vit gleða okkum at koma í gongd fyri at gera mun fyri teg og samfelagið aftur.

Blíðar heilsanir

Heidi-Beinta-Jóan Magnus-Petur Allan-Trine-Hjørleif-Turið- Klæmint

[04/20/20]   Kunning frá FysioFøroyum í samband covid-19.

Eftir at farsóttanevndin hevur tilmælt at fólk ikki skulu fáa fysioterapi sum tey plaga fyrr enn í fyrsta lagi 4. mai 2020, hava klinikkir okkara ikki opið sum heilt vanligt í løtuni.

Um tit hava okkurt átrokandi skulu tit kortini endiliga seta tykkum í samband við okkum á tlf. 312131 / 219657 ella umvegis teldupost [email protected]

Havnar Fysioterapi – Vága Fysioterapi – Sunda FysioterapiE

fys.fo

Mótstríðandi heilsutilmæli skapa ørkymlan

fys.fo Tá Fysioterapeutfelag Føroya herfyri vendi sær til landslæknan vóru boðini, at tað fór at bera til hjá okkara limum aftur at lata upp fyri viðgerðum eftir páskir. Hetta er tíverri ikki sama tilmæli, sum farsóttanevndin síðani er komin við. Haðani verður mælt til, at vit bíða t...

Vælvera Fitness

Tvær venjingar fyri lør og leggir 🤼‍♀️🙂

#vitvenjasaman
#vittakaábyrgd

Vit byrja mànadagin viđ nøkrum góđum venjingum frá Klæmint frá Havnar Fysioterapi, sum vit øll hava gott av at gera 💜
Hetta eru venjingar sum tit kunna gera hvønn dag 🙌

Góđa venjing til tykkum fantastisku fólk😍💪🏻
#góđavenjing

GG: um tit hava tørv á hjàlp frá Havnar Fysioterapi so eru tey at hitta her:
☎️ 312131
[email protected]

Vælvera Fitness

Her eru aftur tvær "undir-1-mintutt" venjingar til tín, ið treingir til at strekkja teg 🙂

#vitvenjasaman
#vittakaábyrgd

Vit hava aftur í samstarv viđ Klæmint frá Havnar Fysioterapi gjørt nakrar venjingar sum vit øll hava gott av at gera 💜 Serliga meira nú tí at vit ikki røra okkum líka nógv sum vit plaga.
Hetta eru venjingar sum tit kunna gera hvønn dag 🙌

Góđa venjing til tykkum fantastisku fólk😍💪🏻
#góđavenjing

GG: um tit hava tørv á hjàlp frá Havnar Fysioterapi so eru tey at hitta her:
☎️ 312131
[email protected]

Vælvera Fitness

Her eru tvær venjingar til tín 🙂 Ein Fyri nakkan og ein fyri allan ryggin. Tær eru kanska úrslitagóðar fyri teg og taka umleið 30 sekundir at gera hvør 👍

#vitvenjasaman
#vittakaábyrgd

Vit hava aftur í samstarv viđ Klæmint frá Havnar Fysioterapi gjørt nakrar venjingar sum øll hava gott av at gera 🤩 Men kanska serliga tit sum sita nógv framman fyri teldina og arbeiđa heiman í frá 💜
Hetta eru venjingar sum tit kunna gera hvønn dag 🙌

Góđa venjing til tykkum fantastisku fólk😍💪🏻
#góđavenjing

GG: um tit hava tørv á hjàlp frá Havnar Fysioterapi so eru tey at hitta her:
☎️ 312131
[email protected]

Vælvera Fitness

Hey øll somul 👋

Her eru 3 venjingar, ið tit kanska kunna fáa gleði av í hesum døgum 🙂

#vitvenjasaman
#vittakaábyrgd

Í dag hava vit í samstarv viđ Klæmint frá Havnar Fysioterapi gjørt nakrar venjingar sum øll hava gott av at gera 🤩 Men kanska serliga tit sum sita nógv framman fyri teldina og arbeiđa heiman í frá 💜
Hetta eru venjingar sum tit kunna gera hvønn dag 🙌

Góđa venjing til tykkum fantastisku fólk😍💪🏻
#góđavenjing

GG: um tit hava tørv á hjàlp frá Havnar Fysioterapi so eru tey at hitta her:
☎️ 312131
[email protected]

Góðu viðskiftafólk og øll, ið møguliga hava tørv á fysioterapi hjá okkum komandi vikurnar.

Fyri at fylgja tilmælinum frá heilsumyndugleikunum, hava vit í FysioFøroyum ongar bólka- og einstaklingaviðgerðir á klinikkum okkara frá 16. mars til 30. mars fyri fyrst.

Í hesum tíðarskeiði hava vit eina vaktarskipan har vit eru tøk á telefon 312131 hvønn yrkadag frá kl. 9.00 til 14.00.

Á henda hátt kunnu vit kanna og viðgera nógv pr. telefon, Skype ella FaceTime við m.a. McKenzie kanningar- og viðgerðarháttinum, ið er prógvaður at vera væl egnaður til hetta endamál og sum vit eisini hava góðar royndir við.

Tey viðskiftafólk, sum hava eina viðtalu hjá Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi í hesum tíðarskeiði fáa beinleiðis kunning um eina nýggja viðtalu.

Blíðar heilsanir

Hjørleif, Beinta, Jóan Magnus, Trine, Petur Allan, Turið og Klæmint.
www.fysioterapi.fo
[email protected]
312131 – 332007 - 285022

scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net

Til viðskiftafólk hjá FysioFøroyum

Vit skulu gera vart við at klinikkir okkara eru partur av primersektorinum í Heilsuverk Føroya og at vit framvegis HAVA OPIÐ í samband við einstaklinga viðgerðir. ØLL HOLD eru AVLÝST komandi 14 dagarnar fyri fyrst.

Sum partur av Heilsuverk Føroya fylgja vit herdu tilmælunum frá Heilsumynduleikunum fyri heilsustarvsfólk í samband við reinføri o.a.

Vit hava færri stólar og harvið longri avstand millum stólarnar í bíðirúminum, tikið burtur alla tænastu av kaffi, te o.ø., hondtøk o.a. viðkomandi verður vaska og spritta meira enn vanligt o.sfr.

Á Havnar Fysioterapi skulu tit framvegis koma inn omanfyri, meðan tit komadi tíðina skulu ganga út niðanfyri.

Hevur tú verið í útlandinum, írokna Danmark, seinastu 14 dagarnar, ella ert tú sjúk/ur hóast “bert” ilt í hálsinum, hosti, sindur av fepuri ella forkølilsi, verð so heima!

Í so fall vinarliga gev okkum avboð við at ringja 312131, 332007, 285022 ella send ein teldupost til [email protected] , takk fyri :)

Um tú noyðist at geva avboð av omanfyri nevndu orsøk, men kortini hevur brúk fyri okkara hjálp, kunnu vit klára nógv gjøgnum telefon, Skype ella FaceTime.

Blíðar heilsanir

Havnar Fysioterapi. Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi

https://scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net/v/t1.0-9/89654183_2933462946692889_5221665743480815616_n.jpg?_nc_cat=103&_nc_sid=110474&_nc_ohc=OLdpwn2T8xUAX8LWZo0&_nc_ht=scontent.ffae1-1.fna&oh=8ade961eb3a366aedb317e20863b1957&oe=5E908AB8

scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net

Til viðskiftafólk hjá Havnar Fysioterapi

GG!
Minnist til at fylgja leiðbeiningunum hjá Landslæknanum.

Sum fysioterapeutar koma vit tætt uppá fólk og gerast vit smittaði, so er lætt hjá okkum at smitta víðari. Sí leinkju

https://landslaeknin.stps.dk

Takk fyri 🙂

Scandinavian Sports Medicine Congress er nú av og heimferðin er byrjað. Síðstu dagarnir hava bjóðað uppá nógvar spennandi fyrilestrar og áhugaverdar fakligar samrøður við fólki, ið dagliga arbeiða í ítróttarmedicinska heiminum.

Í dag vóru tað serliga uppleggini hjá fyrrverandi liðskiparanum á norska hondbóltslandsliðinum, Gro Hammerseng Edin, og fyrrverandi danska landsliðsmálverjanum, Søs Søby, ið vaktu størstan ans. Tær prátaðu um “baksíðuna av medaljuni”, um aktuellu avleiðingarnar av teimum mongu skaðunum og hvussu hetta ávirkar teirra gerandisdag.

Takk fyri í ár, síggjast aftur næsta ár.
#Sportskongress2020

Scandinavian Sports Medicine Congress er á skránni. Vit bæði eru í hesum døgum farin á ráðstevnu, fyri at hoyra um nýggjastu granskingina innan ítróttin.

Dagurin í dag hevur m.a. bjóða uppá framløgur frá “svervektarum” í ítróttargransking um venjing og fyribyrging av skaðum í lyskum, knøum og hælsinum.

fysio.dk

Træning skal være en naturlig del af hverdagen

Greið tala og í samsvar við tað, sum vit fysioterapeutar hava fingist við og sagt í nøkur áratíggju😊

Seinastu nógvu árini hava granskarar, við ymiskum fakligum bakgrundum, prógvað og stuðla uppundir skynsemi við virknari kropsligari tilgongd, sum ein part av loysnini til nógvar ymiskar trupuleikar, sum fólk dragast við 💪

fysio.dk Træning som behandling til en lang række kroniske sygdomme var emnet for professor Søren Thorgaard Skous tiltrædelsesforelæsning som ny professor. Træning skal være en naturlig del af hverdagen på lige fod med tandbørstning, var budskabet, og det skal læres i de unge år.

Gott Nýggjár øll somul 😊

Vit hava opið sum vanligt frá hósdegnum 2. januar 2020 frá kl. 08.00.

Heidi, Beinta, Klæmint, Petur Allan, Hjørleif, Trine og Jóan Magnus.

Havnar Fysioterapi
Tinghúsvegur 72
100 Tórshavn
Tlf. 312131
[email protected]
www.fysioterapi.fo

Upplatingartíðir hjá Havnar Fysioterapi um jólini.

Klinikkin er stongd fríggjadagin 27. desembur og mikudagin 1. januar.

Allar aðrar yrkisdagar er opið sum vanligt.

Vit vóna tit hava havt eini Gleðilig Jól og takka fyri tað brátt farna.

Vit ynskja øllum alt tað besta í 2020.

Skuldi tú fingið brúk fyri fysioterapi, ert tú vælkomin at kontakta okkum á tlf. 312131.

Havnar Fysioterapi

Á FysioFøroyum, ið umfatar Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Vælveru Fysioterapi, gera vit nógv burturúr at taka viðkomandi førleikamennandi eftriútbúgvingar, eins og at fara á skeið, ráðstevnur o.a.

Nakrar ferðir um árið samlast vit innanhýsis fyri at deila nakað av tí vitan hvør í sínum lagi hevur nomið sær á hesum skeiðum, ráðstevnum o.ø.

Hesu ferð snúði tað seg um akslar og føtur.

Hjørleif greiddi frá, hvat hann fekk burtúrúr ráðstevnuni hann var á í Odense nýliga. Tað handlaði um nýggjastu granskingina innan skurðviðgerðir og fysioterapi til akslar.

Jóan Magnus og Trine vóru eisini nýliga til ein fyrilestur í Smæruni, har Klaus Bak, skurðlækni og John Odin fysiotrerapeutur greiddu frá, hvussu teir arbeiða saman um fólk við akslatrupuleikum.

Klæmint greiddi frá, hvussu okkara nýggjasta gongulagskanningarskipan virkar, hvørjar møguleikar hetta gevur og hvat tað er serliga væl egna til.
Ikki minnst nær tað er púra avgerandi at fólk fáa hesi sergjørdu innleggini við øllum teim møguleikum, ið har tl hoyra, í mun til standard innlegg og onnur persónliga gjørd innlegg.

Her eru nøkur dømi, nær okkara sergjørdu innlegg møguliga kunnu vera tann avgerandi hjálpin, um tú hevur trupuleikar av onkrum av hesum:

Hælspori, platfót, holfót, hælsinan, økulpína, skinnabeinsbruni, knæpína, diabetes neuropati, metatarsalgia, Morton's Neuroma, slitgikt, beinlongdsmunur, forfóts samanfall, Hallux Valgus, gongulag og ymiskt annað.

Vit kunnu altíð gera eina skanning, fyri at síggja um tað er samanhangur millum tað skanningin vísir og trupuleikan tú møguliga hevur. Tað er tað langt frá altíð, men ikki so sjálvdan.

Vit hava nógv snið av innleggum til ymisk endamál og tað er eitt ótal av tillagingarmøguleikum, soleiðis at innleggini eru egnaði til júst tín tørv.

Gott við góðum og dugnaligum starvsfeløgum :)

Vit í Havnar Fysioterapi og í FysioFøroyum annars, eru glað fyri at kunna boða frá, at vit eru farin í tætt samstarv við Vælveru Fitness 😊

Vit hava nú eitt kanningar- og viðgerðarrúm í hølunum hjá Vælveru Fitness í Tórshavn. Her verður møguleiki hjá viðskiftafólki at fáa tíðir til fysioterapi og vit koma eisini at vísa okkum úti í sjálvari venjingarmiðstøðini 💪

Hettar gevur okkum heilt nýggjar møguleikar í stóru og góðu venjingarmiðstøðini og vit koma við tíðini eisini at seta ymisk átøk í gongd í nýggju hølum okkara.

Tað fyrstu tíðina verður tað niðursetta tíð og siðan byggja vit tað róliga upp.

Meira um hettar seinni 😉

Uttast síggjast Rune og Tina frá Vælveru Fitness og í miðjuni Klæmint og Hjørleif frá Havnar Fysioterapi.

Í døgunum 24. og 25. oktobur eru hesir fýra fysioterapeutarnir saman við gott hálvt hundrað ørðum fysioterapeutum frá hinum norðurlondunum og USA, á stórari norðurlendskari ráðstevnum við heitinum "Vestibular Rehabilitation".

Ráðstevnan, ið verður hildin í Keypmannahavn, snýr seg um hvussu læknar og fysioterapeutar kunnu vera við til at kanna og útgreina fólk, sum m.a. eru svimbul. Hettar er sjálvandi avgerandi fyri hvat fyri viðger viðkomandi skal hava.

Ein stórur partur av hesum persónum kunnu hjálpast væl ella í ávísan mun við rætta viðgerðarhátti og uppfylgjandi uppvenjingum, meðan onnur skulu hava aðrar kanningar og viðgerðir.

"Vestibuler Dysfunktión" kann hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fólki sosialt og á teirra arbeiðsføri. Eisini er vandin fyri at fáa skaða av at detta størri enn annars. Alt hettar kann eisini hava sálarliga ávirkan.

Ein gevandi rástevna og vónandi kunnu vit geva nakað víðari til fólk, ið hava tørv á "Vestibular Rehabilitation".

Frá vinstru: Remi, Hjørleif, Beinta og Klæmint

Fysioterapiin við Streymin

Vælkomin at deila :)

Fulltíðarstarv sum fysioterapeutur í FysioFøroyum leyst at søkja.

Talan er um eit fulltíðarstarv sum innleigari at byrja skjótast gjørligt í FysioFøroyum.

Í FysioFøroyum verður tú ein partur av sjey fysioterapeutum og einum skrivara í Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Vælveru Fysioterapi.

Vit eru eitt toymið av vælútbúgvnum, royndum og yngri fysioterapeutum, sum støðugt seta fakliga menning og dugnaskap í hásæti. Millum annað kann nevnast, at Havnar Fysioterapi er ein av fáu góðkendu McKenzie klinikkunum í heiminum.

Somuleiðis hevur tann persónligi og sosiali trivnaðurin stóran týdning fyri okkum.

Vit søkja eftir einum fysioterapeuti, sum er ágrýtin, áhugað/ur í fakligari menning, er samstarvsfús/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt saman við okkum øðrum í toyminum.

Arbeiði kemur fyri tað mesta at fevna um einstaklinga viðgerð eftir ávísing frá lækna, men møguliga eisini nakað av liðvenjingum og øðrum.

Arbeiðstíðir, lønar- og setunarviðurskiftið eftir avtalu.

Um tú ert ein royndur ella nýútlærdur fysioterapeutur og hettar hevur tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Eisini um tú ert lesandi og verður liðug/ur í januar/februar 2020 ert tú vælkomin at kontakta okkum.

Nærri kunning og svar uppá spurningar fæst við at venda sær til okkum á teldupost [email protected] ella við at ringja á telefon nummar 312131 , 219657, 218807 og spyrja eftir Klæmint Isaksen ella Hjørleif Niclasen.

Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsøkn, saman við viðkomandi skjølum, verður at senda til [email protected] ella til Havnar Fysioterapi, Tinghúsvegur 72, Boks 232, FO-110 Tórshavn innan 1. novembur 2019 kl. 12.00.

Vælkomin at deila :)

Fulltíðarstarv sum fysioterapeutur í FysioFøroyum leyst at søkja.

Talan er um eit fulltíðarstarv sum innleigari at byrja skjótast gjørligt í FysioFøroyum.

Í FysioFøroyum verður tú ein partur av sjey fysioterapeutum og einum skrivara í Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Vælveru Fysioterapi.

Vit eru eitt toymið av vælútbúgvnum, royndum og yngri fysioterapeutum, sum støðugt seta fakliga menning og dugnaskap í hásæti. Millum annað kann nevnast, at Havnar Fysioterapi er ein av fáu góðkendu McKenzie klinikkunum í heiminum.

Somuleiðis hevur tann persónligi og sosiali trivnaðurin stóran týdning fyri okkum.

Vit søkja eftir einum fysioterapeuti, sum er ágrýtin, áhugað/ur í fakligari menning, er samstarvsfús/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt saman við okkum øðrum í toyminum.

Arbeiði kemur fyri tað mesta at fevna um einstaklinga viðgerð eftir ávísing frá lækna, men møguliga eisini nakað av liðvenjingum og øðrum.

Arbeiðstíðir, lønar- og setunarviðurskiftið eftir avtalu.

Um tú ert ein royndur ella nýútlærdur fysioterapeutur og hettar hevur tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Eisini um tú ert lesandi og verður liðug/ur í januar/februar 2020 ert tú vælkomin at kontakta okkum.

Nærri kunning og svar uppá spurningar fæst við at venda sær til okkum á teldupost [email protected] ella við at ringja á telefon nummar 312131 , 219657, 218807 og spyrja eftir Klæmint Isaksen ella Hjørleif Niclasen.

Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsøkn, saman við viðkomandi skjølum, verður at senda til [email protected] ella til Havnar Fysioterapi, Tinghúsvegur 72, Boks 232, FO-110 Tórshavn innan 1. novembur 2019 kl. 12.00.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Skønhedssalon-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede liste.

Telefon

Internet side

Adresse


Tinghúsvegur 72
Tórshavn
100

Generelle oplysninger

Tórshavn Havnar Fysioterapi Tinghúsvegur 72 FO-100 Tórshavn Tlf. +298 31 21 31 Vágar Vága Fysioterapi Hornavegur 12 FO-370 Miðvágur Tlf. +298 33 20 07

Åbningstider

Mandag 08:00 - 17:00
Tirsdag 08:00 - 18:00
Onsdag 08:00 - 17:00
Torsdag 08:00 - 18:00
Fredag 08:00 - 16:00
Andre Gymnastikterapeuter i Tórshavn (vis alle)
FYSIO FYSIO
Sundsvegur 6
Tórshavn, 100

FYSIO Sundsvegur 6 100 Tórshavn Tel. 22 86 00 [email protected] [email protected] [email protected]