Natúrsápa

Natúrsápa úr føroyskari seyðatálg og góðum oljum. Fæst við ella uttan anga. Ymisk sløg til húð, hár, reingerð o.a.

Henda natúrsápan er framleidd úr føroyskari seyðatálg og góðum oljum. Sápan er mild, og húðin verður mjúk og bleyt av at brúka hana. Sápan er sera drúgv og munagóð - og fæst við ella uttan anga. Nógv ymisk sløg eru at velja ímillum, so sum: • Hand- og baðisápa • Andlitssápa • Skrubbisápa Prísur: 1 króna fyri grammið ----------------------------------------------- Eisini fæst Natúrsápa til øll sløg av reingerð, so sum: • Reingerð í køki og baðirúmi • Uppvask • Klædnavask - bæði í maskinu og við hond • Trævask - gólv, borð o.a. Prísur: 1,5 króna fyri 10 gramm ----------------------------------------------- Í 2014 byrjaði eg at gera sápu úr føroyskari seyðatálg. Tað byrjaði við at eg gjørdi sápu úr tálg, tí tálgin var vorðin ein spillvøra frá okkara slakti. Tá eg fór undir at kanna seyðafeitt, fann eg út av, at seyðatálg er sera væl egnað til menniskju, tí tað er sama innihald í undirhúðini hjá menniskjum, sum tað er í seyðatálg. Í 2015 komu sápurnar út í handlarnar. Eingi kemikaliu eru í sápini og við tíðini havi eg latið aðrar vistfrøðiligar oljur í sápuna, sum eisini eru góðar fyri húð og hár. Húðin gerst mjúk og bleyt av at brúka Natúrsápu, og sápan hevur víst seg eisini at vera góð til skurvuta og psoreasis-kenda húð. Í 2016 bleiv bleyt sápa gjørd til at vaska klæði í, og henda sápan vísir seg at rigga stak væl. Eg havi fingið góða afturmelding frá fólki, sum siga, at klæðini blíva bleyt og deiliga rein. Sápan tekur eisini blettir s.s. feitt og annað úr klæðum, um tú smyr sápuna á, letur torna og vaskar sum vanligt. Tað er óneyðugt at brúka skolievni, um tú vaskar við Natúrsápu. Bleyta sápan kann nýtast í vaskimaskinu og til handvask. Eisini er bleyt sápa til alla reingerð s.s. uppvask, reingerð í køki og baðirúmi, reingerð av trægólvum, træborðum o.a. Sápan verður seld í endurnýtslugløsum frá m.a. súltutoyi. Í 2017 havi eg framleitt dagkrem, hand- og fótkrem og varrakrem, sum er sera væl umtókt. Hetta kremið til kropsrøkt er ikki komið út í handlarnar enn, tí tað hevur verið sera trupult at fáa fatur á krukkum úr útlondunum. Í løtuni ber til at keypa krem, um tú sjálv/-ur kemur við krukku at fylla krem í. Vælkomin at venda tykkum til mín á mail: [email protected], um tit hava spurningar.

Í KÍ Høllini í Klaksvík í dag til kl. 18

Hetta er betri enn jólagáva 🤗 Tað verður spennandi at gera okkurt nýtt product. Mítt næsta trekk er at skaffa emballagu 😍

Photos from Natúrsápa's post

Natúrsápa er sjálvandi við á Kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrabakka sunnudagin 10. mars 😊 Síggjast 😊

Á Kvinnukvøldinum vera eisini nakrir sølubásar.
Natúrsápa v/ Mary Tindskarð selir nátúrsápu og ymisk krem úr føroyskari seyðatálg og góðum oljum. Ymisk sløg til húð, hár, reingerð o.a.🐑☘️
Olga Kruse selir málningar, skelti og vatnlitamyndir av føroyskum bygdum og náttúru, prentaðar í avmarkaðari nøgd.
eisini verður Olafsdottir har og selir tær vælumtóktu seyðaplakatirnar.🐑
Minnist til reiðan pening😊

Í Perluni 🙂

Í Perluni frá kl. 13. til kl. 19. í dag 🙂 Í morgin og sunnudagin eri eg í Høllini á Hálsi 🙂

Opið er leygardagin frá kl. 10 til kl. 19., og sunnudagin frá kl. 14. til kl. 19.

[11/18/18]   Hey 😊

Eg fái ofta afturmelding frá fólki, sum hava góðar royndir við Natúrsápu og kremi. Tað gleðir meg sjálvandi 😊 Samstundis ynski eg at hesi viðmæli síggjast aftur her inni á síðuni.

Eg fari tí at heita á tykkum, sum geva rís og rós í innbakka, um tit kunnu skriva viðmerking har man kann geva stjørnur (anmelde), so fleiri hava møguleika at lesa og deila upplivingar saman 🙂

1950's Beauty Guide - Haircare

http://vintagemakeupguide.com/ and http://glamourdaze.com/ A complete guide to Womens Beauty Care from the glamour days of the 1950's. This segment deals wit...

Havsápa við sjógvi, piparmyntu, sitrón og rosmarin 🙂 Natúrsápa reinsar, smyr og bleytger húðina.

Havsalt reinsar og stimulerar húðina og er fult í vitaminum og mineralum, ið er gott til húðina.

Sápan inniheldur seyðatálg, kokusfeitt, olivinolju og sheasmør.

Handkrem frá Natúrsápu fæst nú aftur til keyps 🙂 Angi hesufer er Sitróngras og Rósa.

Føroya Heimavirkisfelags

Café Fjørðoy í Sørvági hevur nógv gott til matna og ymsar gávulutir m.a. sápu og krem frá Natúrsápu :)

Manglar tær eina gávu til mammudagin, so hevur Café Fjørðoy kanska okkurt, ið kann gleða mammuna frá Rabarbuglas, Mary no1 ella Ommusa☺️
Vit hava eisini gávukort til café’ina, so tú kanst gleða mammuna við einum góðum kaffimunni og onkrum søtum afturvið ☺️

Natúrsápa

Eisini bleyt sápa til alla reingerð og sápa til maskinvask. Til ber at venda sær beinleiðis til Natúrsápu.

Sápurnar fáast til keyps á hesum støðum:

Visit Tórshavn, Kunningarstovan í miðbýnum
Heimavirkisfelagnum á gongugøtuni í Tórshavn
Mjólkarvirkið Búnaðarmanna í Hoyvík
Fótarøkt v/Maritu Nolsøe, Tórshavn (við síðuna av blómuhandlinum Árstíðirnar)
Klædnabúðini í Skálavík
Café Fjørðoy í Sørvági
No.27 í Sørvági
Fysioterapi við Havnará, Tórshavn

Sápurnar kunnu eisini keypast beinleiðis frá Natúrsápu tlf 513847

Nú verður náttkrem skjótt aftur at fáa 🙂 Hesa ferð geri eg náttkrem uttan anga og sjálvandi eisini við lavendil og sitrón anga.

Náttkremið, sum er vistfrøðiligt, kann nýtast til annað enn andlit. Til dømis til turrar blettir og eksemkenda húð, rumpur og kjálkar hjá børnum. Børn undir 2 ár eiga at nýta krem uttan anga.

Angin, sum Natúrsápa nýtir, er vistfrøðilig eterisk olja.

Framhaldandi góðar páskir 🌼

[12/25/17]   Natúrsápa ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár ✨🕯🎄

🎄JÓLAKAPPING 2017🎄

Natúrsápa er í jólahýri, og tí verður ein gávupakki burturlutaður. Í gávupakkanum er ein krukka av dagkremi, ein krukka av náttkremi og ein handsápa. Alt framleitt úr bestu natúrligu rávøru - uttan kemikaliu 🎁

Tað, tú skalt gera fyri at vera við í kappingini, er:
- Dáma facebooksíðuna hjá Natúrsápu.
- Deila hendan status.
- Viðmerkja niðanfyri D&D

Vinnarin verður funnin 22. desember 2017!

Natúrsápa

PopUp Søla á Bryggjubakka 2 hetta vikuskifti 1., 2. og 3. des.

Elsa Gaardbo Lútzen - Madam Gaardbo
Annika Hjalt Edvardsdóttir - A. Hjalt, design
Mary Tindskarð - Natúrsápa

Natúrsápa, Madam Gaardbo og A. Hjalt, design 🙂

PopUp Søla á Bryggjubakka 2 hetta vikuskifti 1., 2. og 3. des.

Elsa Gaardbo Lútzen - Madam Gaardbo
Annika Hjalt Edvardsdóttir - A. Hjalt, design
Mary Tindskarð - Natúrsápa

Handkrem úr tálg, vistfrøðiligum smørum og oljum. Fýra ymisk sløg av anga og uttan anga.

Angin er økologisk eterisk olja, dampað úr blomstrum og fruktum.

Eingi kemikaliu

Handkremið ger húðina mjúka og bleyta. Leggur barrieru á hendurnar, sum heldur sær allan dagin.

75 ml., 120kr.

PopUp Søla á Bryggjubakka 2 hetta vikuskifti 1., 2. og 3. des.

Elsa Gaardbo Lútzen - Madam Gaardbo
Annika Hjalt Edvardsdóttir - A. Hjalt, design
Mary Tindskarð - Natúrsápa

Natúrsápa er við nýggjum úrdráttum 🙂

Básurin hjá Natúrsápa á Jólasøluni 🙂

Jólasølan byrjar í morgin. Natúrsápa er við, við enn størri úrvali 🙂

Vit pakka sápur til jólasøluna í Dansifrøði. Hesar eru raskar 🙂

Vit gera klárt til jólasøluna, sum verður komandi vikuskifti 11. og 12. nov.
Hesa ferð verður Jólasølan í Dansifrøði.

Natúrsápa hevur nýtt spennandi úrval, og væl umtóktu sápurnar.

Vælkomin á jólasølu 🙂

Rabarbusápa við m.a. tálg og mandilolju, ger húðina bleyta og mjúka :)

Summarferian av, skúlagongdin er byrjað og nógv skúlating.
Tað hevur verið sindur friðarligt her á síðuni síðan summarferiuna, nú er gongd komi á aftur 🙂 Í dag 10.10.17, kl. 10 eri eg byrjað at gera sápur aftur í mínum nýggja sápuverkstaðið.
Tað er gott at fáa køkin aftur 🙂

Nú ber aftur til at keypa natúrsápu í Heimavirkisfelagnum í gongugøtuni í Havn 🙂 ..og hinum sølubúðunum.

Her eru tríggir saðlar vaskaðir við bleytari Natúrsápu og smurdir við leðurolju aftaná 😁
Ístaðin fyri leðurolju, kann Natúrsápa smyrjast sum hon er á leðrið - aftaná vask í sápuvatni, lat tað torna í 10-15 min., pussa síðani við bleytum klúti aftaná s.s. einum blæustykki 😉

Natúrsápa er farin í summarfrí og ynskir øllum gott summar 🙂

Væntandi eri eg aftur í august við nýggjari orku og nýggjum hugskoti, tit kunnu gleða tykkum 😉

Myndin vísur krops- og handlotión úr føroyskari seyðatálg og m.a. góðum vistfrøðiligum oljum.

Kærleikssápa í ælabogalitum.

Endiliga eydnaðist tað at fáa ælabogasápuna at blíva góða. Havi roynt fleiri ferðir, men litirnir hava argað meg nokkso illa, soleiðis at tað appilsingula bleiv brúnt, tað bláa ein løgnan grøngráaan lit o.s.fr.. Men endiliga - sjálvan leygardagin 1. juli 2017, tá samkynd loksins kunnu giftast her í Føroyum - verður ælabogasápan at fáa á ymsu sølustøðunum.

Ælabogasápurnar eru - sum allar aðrar sápur hjá Natúrsápu - framleiddar úr góðari, føroyskari seyðatálg og góðum oljum, m.a. mandilolju, sum ger húðina mjúka og bleyta. Sápan kann brúkast til hendur, kropp og hár og angar av rósum.

Ælabogasápuna havi eg valt at gera fyri at fagna kærleikanum og ymiskleikanum - og tað hevur verið stuttligt at gera hesa heldur øðrvísi sápuna, sum fæst til keyps í hesum handlum:
Fysioterapi við Havnará í Tórshavn
MBM í Hoyvík
Heimavirkisfelagnum í gongugøtuni í Tórshavn
Visit Tórshavn í Steinatúni í Tórshavn

Sápan kann eisini keypast beinleiðis frá Natúrsápu í Rasmusargøtu 6, Tórshavn, tlf. 513847

Gott vikuskifti 🙂

Stuttligt at lesa góða ummælið í Dimmalætting frá 29. juni 🙂

[06/29/17]   Tað er gleðiligt, at lesa enn eitt positivt ummæli um serstøku og drúgvu sápurnar hjá Natúrsápu, hesa ferð í Dimmalætting, ið longu nú er komin í sølubúðirnar :)

Við anga av sitrón og lavendil 🙂

Í ferð við at gera sápu til reingerð 🙂

Natúrsápa

Natúrsápa's cover photo

Skrubbisápa við Hunangi, angi: Kanel 🙂🇫🇴

Vit klippa seðlar og pakka sápir 🙂

Vistfrøðilig kakasápa við hunangi 🙂 Sápan er drúgv og ger húðina bleyta og mjúka.

Framleidd úr føroyskar seyðatálg og góðum oljum.

Góð barnavinarlig sápa uttan kemikaliu, eisini góð til sarta eksemkenda húð 🙂

Framleiðsla av bleytari sápu 🙂

kvinna.fo

Endiliga í renniskónum aftur!

Gleðiligt við góðum viðmæli 🙂

kvinna.fo Jubbii, so havi eg verið fyrsta rennitúr í fleiri mánaðir! Vaknaði leygarmorgunin - heilt av mær sjálvari - eingin vekjari, kundi bara sova, so leingi...

Til uppvask, klædnavask í hond og maskinu, reingerð í køki og baðirúmi, reingerð av trægólvum, træborðum o.a.
Góð og munagóð (drúgv) sápa.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Skønhedssalon-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede liste.

Videoer (vis alle)

Telefon

Adresse


Rasmusargøta 6
Tórshavn
FO-100
Andre Helse/skønhed i Tórshavn (vis alle)
Salong Karin'sa Salong Karin'sa
Poul Juels Gøta 11
Tórshavn, 100

Príslisti Damuklipp ........... 520 kr Harraklipp ............ 350 kr Fyri upplýsing um liting og aðrar viðgerðir, vinarliga ring á tlf. 310072

Stjørnuskotið Stjørnuskotið
Kongagøta 4
Tórshavn, 010

Stjørnuskotið Kongagøta 4 Tel.: 31 60 70

Diva Pro Styling - FO Diva Pro Styling - FO
Torfinsgøta 6
Tórshavn, 110

Diva Pro Styling. Styling - Kunning um Diva - Hvørji styling jørn og fønarar vit hava o.s.v.

Mensendieck Føroyar Mensendieck Føroyar
Trapputún 1
Tórshavn, 100

Mensendieck fimleikur er styrkivenjing, sum samstundis rættar kropsburðin. Rættur kropsburður fyribyrgir og minkar um pínu í vøddum og liðum.

Fysiurgisk vøddamýking við Joan Hansen Fysiurgisk vøddamýking við Joan Hansen
Sleipnisgøta 6
Tórshavn, 100

Fysurgisk massasja.

Spyr Teit tannlækna. Spyr Teit tannlækna.
Óðinshædd 1
Tórshavn, 100

Hendan síðan er gjørd til tykkara, ið hava spurningar um tann- og munnrøkt. Tú kanst seta tín spurning á síðuna ella skriva til boðklivan.

Dr. Melumad - Aloe Vera Dr. Melumad - Aloe Vera
Smiðjugerði 2
Tórshavn, 100

Dr. David Melumad var tann fyrsti á heimsmarknaðinum við Deyðahavsframleiðslum. Vørurnar eru sera væl dámdar og heimskendar fyri dygd. Føroyska umboðið er Mourentsa Mohr, sum innflytir allar vørurnar.

Lívsgleði Lívsgleði
Hvarvið 5 Hj.
Tórshavn, 100

Salong Shair Salong Shair
Niels Finsensgøta 36
Tórshavn, 100

Upplatingartíðirnar eru vegleiðandi, opið er annars eftir avtalu. Sveinar: Karin Jørgensen Sunneva Mellemgaard Sólbjørg Sigurstein

aurora hár aurora hár
J.C. Svabos Gøta 58
Tórshavn, 100

aurora hár er ein hárfríðkanarstova í J.C. Svabosgøtu 58 í Tórshavn.

Diva v/Olgu Restorff Diva v/Olgu Restorff
Birnugøta 27
Tórshavn, 100

Diva bjóðar andlitsviðgerðir, shellac, voks viðgerðir og vippir og brýr. bílegging av tíð á tlf 224608 ella á innbakke. Svari boðum mán til fríggjadag