Hair by Ásla

Your hair is your best accessory

Eg eri at finna í WAUW! í Miðlon.
Telefon nummarið er deiliga nemt at minnast til, 222888 💚

Góðu kundar og viðskiftafólk,

Av tí tað ikki riggar at gera eina navnabroyting á hesi síðu, so er tíðin komin til eg fari at takka fyri meg sum HairbyAsla, men bjóða tykkum hjartaliga vælkomnan at fylgja við nýggju síðuni sum júst er upprætta og avdúkar navnið á nýggju salongini

Vit fýra, Barba, Kirstin, Vár og eg, gleða okkum at fara í nýggja hølið, har skapanin heilt sikkurt ferð at fella lættliga og eisini ætla vit at vísa tykkum hvussu dagarnir fara at leikast.

Avdúkan av navnið er eitt, men skjóta vit síðuna í gongd við einum brakið har tú hevur møguleikan at ogna tær eina fría hárviðgerð av egnum ynski á virði 2000,-
Dáma nýggju síðuna og viðmerk undir myndini, sí niðanfyri myndina.

ERT TIT LIKA SPENT SUM EG!! 😱😍🙌
Vit hittast á nýggju síðuni ❤️

WAUW! Er ein nýggj hárfríðkanarstova, ið liggur inni í Miðlon á Hoyvíksvegi 67.
Navnið lýsir seg sjálvt, og kunnu vit bert staðfesta, at tað er hesa kensluna, vit stremba eftir, at tú skal fáa, eftir at verða fríðkað/ur inni hjá okkum.

Tær allar síðstu detaljurnar verða í hesum døgum fínpussaðar fram móti 12 okt. kl.14.00, tá vit lata upp fyri fyrstu ferð og harvið bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til móttøku.

Hetta skal sjálvsagt skjótast í gongd, og fara vit at lata eitt gávukort, virði 2000 kr, sum tú kanst brúka í hárfríðkanarstovuni WAUW!

Tað einasta tú skalt gera er at frámerkja tveir vinir og siga teimum, hvat okkara telefonnummar er.
Vælkomin at deila ❤️

Vit gleða okkum,
Ásla, Barba, Kirstin og Vár

Intense kobar! 🔥
Eg klári ikki at bíða til heystið er her, ti hesar farvurnar fáa meg heilt upp at flákra 😍🔥

Onn frá Sassoon Academy kemur heim at halda skeið 1. nov og tískil leiti eg eftir frískum modelum.

Hvat inniber at sita model:
- At vera opin fyri broyting.
- Kanska ikki alt ov smæðin tá myndir skulu takast.
- Vera opin fyri at lita hárið eisini. (Eg standi fyri litingini)
- Hava í huga at tað ikki bara lika er endar, ið skulu klippast.
- tað er gratis.
- tað tekur allan dagin.

Eg kann lýsa Oon í stuttum, hann hevur starvast fleiri ár hjá Sassoon Academy, har hann hevur klatra stigvíst upp eftir stiganum og til síst blivin creative director, sum er tað hægsta man kann koma.
Onn dugur væl við fólkið og gongur sera høgt uppí at tað er klæðiligt til persónin hann hevur í stólinum, hann plaga at taka til at ein klipping er ikki sum at lata fólk í klæði, man kann ikki bara smekka okkurt á høvdið á teimum sum ikki passar til tey og so klæðiligtheit til hvønn einstaka er hansara besta søluvøra.
Oon klipti eisini mítt hár tá eg var í London, so eg kann við vissu siga, at tey, ið gera sær dælt av møguleikanum, eru heldig! 👌

Eg mangli bert 4 modellir, so tað er at vera skjótur ❤️ viðheft myndir so eg fái tikið støðu útfrá tí.

Góðu kundar,
Bara ein lítil nútímans dagføring, sum flest tykkum sikkurt vita so eri eg í gongd við at opna egnu salong uppi í Miðlon, har Barba Magnussen og Kirstin Hentze eisini koma at starvast.
Haldi eg kann tosa fyri okkum allar og siga vit eru sera spentar uppá nýggju avbjóðingina! 😍

“Så langt så godt”, kann er siga, tí arbeiðsmenninir eru óførir og gongur tað við tí rúkandi ferð, tó er ringt at siga nær klárt verður.
Tá nærri lýður, so man tað fara koma onkur nýgg dagføring, tað plagar ikki at mangla 😉

Til allir mínar kundarnir, sum skriva og ringja, so arbeiði eg sindur óstøðugt í løtuni, av tí salong projectið tekur so mikið av míni tíð, men fái nøkur høvd ígjøgnum her og der, men haldi mær tilgóðar ❤️

Minar flottu barbie negl 🦄
Mín dugnaliga vinkona Sanna, ið rekur Hárbúðina, hevur prýtt mær neglirnar so fínar 💕

Tá man heldur man er blankur fyri hugskotum, tá kemur ofta mest burturúr og havi eg sjálv forelska meg í skapanini 🐌

Malan er so einastandi vøkur model og við góðum toymið letur alt seg gera.
Myndatakari er Erla Z
Sminka hevur Emmy Kass staði fyri.

✨✨

Belinda so fantastiska vøkur 😍

Festival hár, ið vil nakað 🔥

Ynski tykkum øllum eitt gott vikuskiftið og ein góðan summar ferstival 🤩

Balayage í gyltum tónum 🌟

Eingin segði at balayage skuldi vera ein myrkur botur og ljósar kaldar litir.
Vakra Barbara klæðir so sera væl teir heitu litirnir, sum framheva hennara eygnafarvu og ger gott til hennara húðtóna 😍

Blonde • bombshell 💫

Skapanin er ein stuttligt tilgongd og við einum góðum toymið, so rapla hugskotini fram av sær sjálvum 😍

Í skúlaárum lærdu vit at snigla, hetta skapar sera vøkur føll í hárið, men í dag eru tólini so góð at man hevur hug at leggja handverkið á hillina.
Her havi eg tikið gomlu læruna fram aftur og brúkt hennara langa hár og skapa henni ein heldur ørvísið frunt og fyri at fáa eitt lítið nýmótans tvist, havi eg valt at framheva hárnálurnar við at krossa tær mitt eftir.

Jútta V. Christiansen hevur staði aftanfyri sminkuna og her kann man bara blíva hugtikin av hennara verkið, reyðan eyelinara og reyðar ombre varrar og tað er sum man sigur “lige i skabet” 👌

Súsanna Smith Johanesen er aftanfyri myndatólið og hon er dugnalig sum fáur. Her fra hon vøkru modelina Barbaru Høgnesen at síggja út sum ein stjørna 🌟

Honey blonde 🧡

Heitur flottur tóni til eitt balayage, ið var gjørt herfyri 😍

Vakra Rebekka fór frá at vera brunetta til blondina, síðani gjørdu vit hesar flottu krúllurnar, so hon var klár til Tórsfest 😍

Íblástur til vikuskiftið ❤️

Hvat er tín favorittur, vinstra ella høgra? ❣️
Festival hár nýtist ikki at hava so nógv uppá seg, men tað er altið stuttligt at hava okkurt útyvur tað sum man vanligt hevur.

Ynski øllum ein góðan G! festival ❣️

Ein kundi sagt forvæl við sítt langa hár ✂️

Hesa myndina gleðist eg um ✨

Toymið:
Hár: Ásla B. Danielsen
Mynd: Súsanna Smith Johansen
Makeup: Jútta Vestergaard Christiansen
Model: Henrikka Jacobsen

Sleek x wild

Mynda project við sera góðum toymi ✨
Mynd: Súsanna Smith Johansen
Makeup: Jútta Vestergaard Christiansen
Model: Barbara Prior

Hvat er tín favorittur?
Slætt ella krúllut? 😍

🤩🤩

Jútta so vøkur ❤️✨

Caramel ✨

Strípur í eitt ólita hár, tað er er altið lekkurt at arbeiða við ❤️

Følisi at gera eitt lekkurt blonde hár er 👌
Farvupenslarnir hava svinga eitt sindur í loyndum síðan eg setti føtur á Føroyska jørð aftur.

Mítt model, mítt “project” frá myndatøkuni á Sassoon ❤️

So er progvið komi í hús! 🙌

Hetta tíðarskeiði hevur liva upp til allar forvæntningar. Tað er stuttligt at koma kenna so nógv nýggj fólk uppá bert 4mðr, eisini hevur tað verði sera hugaligt at verði saman við øllum Sassoon starvsfólkinum og føla at man nú kennur hesi dugnaligu listafólk.
Men um eg skal í stuttum lýsa hetta tíðarskeiði meira persónligt og fortelja tykkum hvat tað hevur givið mær, jamen so kann eg blanka erligt siga at eg fleiri ferðir eri farin til hús baði hugtung og enntá fallið okkurt tár, tí eg havi følt meg so pressaða. Aftaná eina heldur keðiliga uppliving, har lærarin hevur trýst teg út í nakað man ikki følur seg tryggan við, so er man heldur nervøsur at fara í gongd við tí næstu klippingina, tí man følur seg lítla og einki dugnaliga.
Aðrir dagar hevur følisi verði heilt øvugt, havi næstan kunna flogið og haft fornemmilsi av at alt bara er gott. Ja, líka so forvirrandi sum hetta ljóðar, soleiðis hava dagarnir gingið aftur og fram.
At vera rættaður og tillagaður allatið er ikki bara sum at siga tað, her verður tosa um hvussu fingrarnir eru, at kroppurin flytir seg rætt rundan um kundan, armurin verður hildin rætt, hárið skal kembast rætt, føniningin hevur stóran týdning osfv.

Hetta er sindur torført at greiða frá, men fyri at taka samanum, so eri eg ovurfegin at eg tók hetta stigið og havi eg heilt sikkurt fingið nýggj eygu innan fagið og fari eg at loyva mær at enda við orðinum eg fekk frá lærarinum:
“Tú ert ein teirra sum hevur haft ein ordans rutsjutúr, men minst til at ein hárfríðkari er eitt listafólk og tað er sera torført at siga nakað listafólk er ókreativt og ikki dugur sítt fag, tá list er nakað, sum eyga sær. Men tit eru her fyri at læra og tískil er fyrsta stigi hjá okkum sum undirvísa, at taka alt frá tykkum, fyri síðani at byggja upp av nýggjum. Vit hava okkara máta at gera tingini uppá, men vit hyggja eftir hvørjum einstakum næmingi, hvar støðið liggur og síðani seta vit støðið har eftir. So um tú hyggur aftur á, so veist tú hví tú hevur verði so pressa til tíðir og hví vit hava koyrt so hart á sum vit hava gjørt, tí vit skoðaðu beinavegin hvat tú vart før fyri”.
Hetta gleðist eg sjálvandi um at hoyra og kann eg stolt fortelja tykkum at, á prógvnum stendur tvey A og eitt B fyri endaligu royndirnar.

Nú gleði eg meg at koma aftur á klettarnar ❤️

Mín allar sísta klipping á Sassoon var ein sera vøkur eldri kvinna sum fekk eina klassiska box bob frisyru 😍

hudabeauty.com

Why All Blondes Should Try This Low-Maintenance Hair Trend

Huda Beauty 💋
Tað skal ikki vera nøkur loyna at eg blívi glað og stolt, tá ið eg síggi mínar hármyndir vera deildar heimin runt. Herfyri bleyv ein mynd hjá mær, har eg havi litað eitt langt vakurt hár, deilt í eini grein hjá Huda Beauty, sum er ein kempi stór heimasíða, ið er nógv vitja og øll, sum hava áhuga fyri vakurleika fylgja við á hesi síðu.

🙌🙌🙌

Her hava tit møguleika at lesa hvat tey halda er trend.

https://l.facebook.com/l.php?u=https%3A%2F%2Fhudabeauty.com%2Flow-maintenance-blonde-hair-trend%2F&h=AT3eobAlK_TAJtrP0B7BZwdCMKlU2miuo_M44kysQhn5o9U660fokcbFRQTSZbP09HBlnrsu0YeiWCsygWwUpW2t4U3MOkJsEjCZXxyKd1hQSNEeED73csUG5dhU&s=1

hudabeauty.com If you're looking to update your current blonde status then you need to try sand hair; the latest hair color trend that we're crushing on right now.

Eg standi og fín pussi áðrenn tann endaliga myndin verður tikin! 🙌

Nú nærkast endin á hesum skeiði og við tí tilhoyrur ein endalig myndatøka.
Vit hava gingið á gøtunum og heilsa uppá fólk, fyri síðani at spyrja um tey eru áhugaði at vera model og trúgv mær, hendan uppgávan er sera trupul.
Um tú hugsar tær at tú blívur steggaður av onkrum fremmandum á Oxford Street, ja so ræður um at koma avstað skjótast gjørligt.
So tit kunnu ætla at eg havi fingið nógv eygnakast og fólk hava hugd eftir mær sum um eg eri løgin og soleiðis havi eg eisini følt meg 😂😂
Men sigast skal tað, at hvørja viku havi eg skaffa mær eini 4 modelir sjálv og har mínir floksfelagir ikki hava tíma gjørt innsatsin.

Men endamálið við hesi myndatøku var at fáa sett preg á hvat okkum dámar sum einstaklingar og eg fann onga model sum ynskti stutt hár og tímdi eg ikki at diska upp við eini mynd við langum leysum hárið, sum nokk hevði verði meira “the Sassoon way”.
Eg trakkaði tískil inn í mína ynglings sonu og formaði hárið við íblásturi frá Vidal Sassoon, sum kliptið ikoniska hársniði Isadora Duncan.

Gleði meg at vísa tykkum endaligu myndina ❤️

Gott leygarkvøld øll somul ✨

Bjork! ✨

Vit hava siti spent og biða, her “heima” í Londin til konsert ferðin hjá Bjork í USA bleyv skotin í gongd og í morgun fann eg hesa myndina á netinum.
John Vial sum hevur verði tað kreativa høvdið aftan fyri skapanina av hárinum, er maðurin eg búgvi hjá her í London. Og tí kann eg stolt siga at eg havi brúkt nógvir tímar eftir skúla at hjálpt til við at fyrireika parykar, funnið uppá hugskot og forma teir til, soleiðis at tað er lætt hjá henni at fáast við á konsertferðini.

Stuttligt at síggja hvussu hon rokkar hárið ✨

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Neglesalon-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede liste.

Videoer (vis alle)

Telefon

Adresse


Hoyvíksvegur 67
Tórshavn
100

Åbningstider

Mandag 10:00 - 17:30
Tirsdag 10:00 - 17:30
Onsdag 10:00 - 17:30
Torsdag 10:00 - 17:30
Fredag 10:00 - 17:30
Lørdag 10:00 - 14:00
Andre neglesaloner i Tórshavn (vis alle)
Hárbúðin Hárbúðin
Niels Winthersgøta 9
Tórshavn, 100

Ró vakurleiki v/ Vár Ró vakurleiki v/ Vár
Hoyvíksvegur 67
Tórshavn, 100

Útbúgvin sum neglateknikkari hjá Insight Cosmetics Group. Arbeiði við gelé og SHELLAC frá heimskendu og vælumtóktu merkjunum CND og Light Elegance.

Nail Office Føroyar Nail Office Føroyar
J.C. Svabosgøta 6
Tórshavn, 100

Vit bjóða, sum tey einastu í Føroyum, Calgel, ið er eitt slag av géle. Calgel er eitt organiskt gelé ið fer væl við tínum neglum og heldur í uml 4-6 vikur.