Klinikk B
Kosmetisk & vælveru klinikk síðan 2010.
IPL rejuvenation | Frax 1550 & 1940 | ND:YAG | laser hártøku | filler | botox | skinbooster | HIFU | skin pen | kemisk peeling | permanent makeup | akni & arr viðgerð | pínuviðgerðir við Gigalaser & MLS
22/09/2026
✨ Rinda í smáum við KB Konto – uttan rentu ✨
Visti tú, at Klinikk B bjóðar rentufría fígging av okkara viðgerðum?
Við KB Konto kanst tú býta gjaldið upp í smærri mánaðarlig gjøld og byrja tína viðgerð beinanvegin 🤍
Prísdømi við 12 mánaða afturgjalding:
▪️ Laserhártøka armholur – 6 viðgerðir: 550 kr. um mánaðin
▫️ Laserhártøka armholur og bikini – 6 viðgerðir: 850 kr. um mánaðin
▪️ Fylling í varrar – 1 ml: 350 kr. um mánaðin
▫️ Rukkuviðgerð við 1 ml filler: 350 kr. um mánaðin
▪️ Rukkuviðgerð – 1 øki t.d millum brýr: uml. 284 kr. um mánaðin
▫️ 1 IPL-viðgerð til andlitið: uml. 334 kr. um mánaðin
▪️ 3 IPL-viðgerðir til andlitið: 800 kr. um mánaðin
▫️ Light & Bright til andlitið: uml. 592 kr. um mánaðin
▪️ Mesoterapi 5 ml til andlitið – 5 viðgerðir: uml. 1.309 kr. um mánaðin
▫️ HIFU andlitslyft – andlit og hálsur: uml. 1.009 kr. um mánaðin
▪️ NEXHA Full Face – uml. 4 ml filler, biostimulatión og mesoterapi: uml. 1.159 kr. um mánaðin
Tú kanst eisini býta gjaldið upp í 24 ella 36 mánaðir.
Mánaðargjøldini omanfyri eru roknað við 600 kr. í upprættingargjaldi og 50 kr. í umsitingargjaldi um mánaðin. Upphæddirnar eru avrundaðar.
➡️ Les meira um KB Konto og treytirnar her:
https://klinikkb.fo/kb-konto/
📞 31 57 77
📧 [email protected]
07/09/2026
✨ Hygg at muninum ✨
Helen hevur fingið javnari húðtóna, meira glóð, færri brúnar blettir og minni reyðleika 💛
Tí elska vit IPL & FRAX laser hjá Klinikk B.
👉 Swipa og síggj ÁÐRENN & AFTANÁ
📩 Send okkum eini boð, um tú vilt vita, hvør viðgerð hóskar til tína húð.
✨ SJÓNLIG BLÁ/GRØN KØR RUNDAN UM EYGUNI?
Sjónligar æðrar rundan um eyguni – periocular veins – kunnu í nógvum førum viðgerast við Nd:YAG 1064 nm laser.
Sjónlig æðrakør kunnu gera, at tú sært meira troytt/ur út, og kunnu vera trupul at fjala við makeup.
Lasarin ger, at kørini so líðandi kunnu gerast minni sjónlig.
Úrslit og tørvur á viðgerðum eru ymisk frá persóni til persón, men ofta er nokk við 1–2 viðgerðum.
✨ Hevur tú sjónlig æðrakør rundan um eyguni?
📩 Send okkum eini boð við mynd, so meta vit um, hvørt Nd:YAG kann vera ein hóskandi viðgerð hjá tær.
📍 Klinikk B
.firasalniaimi
02/09/2026
💙 VINNARI AV “BEST RICH MOISTURIZER” 2025 💙
Bioelements Really Rich Moisture
💛 Eg havi sum klinikeigari roynt nógv…
men eg vendi altíð aftur til hetta
👉 Hetta er tað besta fuktkremið, eg havi roynt til turra húð
— Beinta, Klinikk B
✨ tú fært:
✔️ djúpan fukt beinanvegin
✔️ mjúka og komfortabla húð
✔️ styrkta húðbarrieru
✔️ minni turra húð og strammleika
💛 Perfekt til:
✨ 40+ húð
✨ turra / skadda húð
✨ eftir laser (Frax, IPL o.s.fr.)
💛 PRO TIP FRÁ MÆR
Moisturizer X10 undir + Really Rich oman á
👉 optimal fukt + repair
📩 Skriva “FUKT” um tú vilt vita meira
27/08/2026
✨💛 YNGJANDI SERTILBOÐ – 50% 💛✨
Bert til og við fríggjadagin 4 september
Droymir tú um meira glóð, slættari húð og eina frískari, yngri útsjónd? ✨
Beint nú hava vit eitt heilt serligt tilboð hjá Klinikk B:
💛 EINANS 2.000 kr.
Vanligur prísur 4.000 kr.
✨ Viðgerðin inniheldur:
✔️ Glycolic Peel – frískar húðina upp og gevur glóð
✔️ C-vitamin mesoterapi – gevur húðini eitt intensivt boost
✔️ ELT húðyngjandi ljós – stimbrar kollagen og fastleika
💫 Hvat kanst tú vænta?
✨ Meira glóð
💧 Meira fukt
✨ Javnari og frískari húð
✨ Betri fastleika
✨ Stimbran av kollagenframleiðsluni
Ein deilig 3-í-1 viðgerð til tín, sum ynskir fríska, sunna og strálandi húð – uttan downtime 💛
⏰ TØKAR TÍÐIR
Týsdag 1 sep kl 10.00 • 13.00 • 15.00 • 16.00
Mikudag 2 sep kl 10.00 • 11.00 • 12.00 • 15.00 • 17.00
Hósdag 3 sep kl 12.00 • 13.00 • 14.00• 16.00
Fríggjadag 4 sep kl 11.00 • 12.00 • 15.00 • 16.00
💌 Skriva “GLÓД í boðklivan, so finna vit tær eina tíð – ella bóka beinleiðis her 👇
http://www.eadministration.dk/kunde/kundelogin.asp?guid=E9CE79DD-6037-46D6-BC0C-0653881B1367&selected=3239505&unit=1236
⚠️ Avmarkað pláss – “fyrst til mølle”.
💛 Klár til GLÓÐ?
Vit síggjast hjá Klinikk B ✨
Takk fyri hesaferð, Firas 🤍
Nakrir góðir og læruríkir dagar eru komnir at enda – við undirvísing, venjing og nógvum fakligum íblástri, men eisini við tíð til at vísa .firasalniaimi eitt sindur av Føroyum 🇫🇴
Millum undirvísing og venjing náddu vit ein Nólsoyartúr, ein fantastiskan siglitúr undir Vestmannabjørgini, Kaldbak og Kvívík og seinsummardag á Sandi 🌊⛰️
Nú er Firas farin heim aftur, og vit sita eftir við nýggjari vitan, íblástri og nógvum góðum minnum. Alt tað nýggja innan IPL, Frax og YAG og besta “aftercare” eftir laser frá Bioeffect.
Takk fyri vitjanina og alt, tú deildi við okkum, .firasalniaimi – vit gleða okkum longu til næstu ferð 🤍
Reyð húð, sjónlig kør ella rosacea? 🌿
Áhaldandi roði og sjónlig kør í andlitinum eru ikki bara ein kosmetiskur trupulleiki.
Hjá summum kann húðin kennast heit, svía, eym og pínufull, og rosacea kann vera so útbreitt, at tað ávirkar bæði gerandisdagin og lívsgóðskuna.
Við IPL ber til at viðgera bæði:
• roða í húðini
• sjónlig smá kør
• rosacea-relateraðan roða
IPL-ljósið verður upptikið í blóðlitinum í æðrunum. Hitin ávirkar tey óynsktu kørini, sum síðani stigvíst verða niðurbrotin av kroppinum. Samstundis kann tann útbreiddi roðin í húðini minkast.
Endamálið er ein róligari og javnari húð, við minni roða og færri sjónligum æðrum. ✨
Klinikk B
17/08/2026
Sjónligar æðrar rundan um eyguni?
Við Nd:YAG 1064 nm kunnu sjónligar bláar/lilla æðrar rundan um eyguni viðgerast.
Lasaraljósið verður upptikið í blóðinum og hitar æðrina, soleiðis at hon letur seg aftur og síðani verður niðurbrotin natúrliga av kroppinum – við minst møguligari ávirkan á húðina rundanum.
Periocular Vein Treatment
• Nd:YAG 1064 nm
• Málrættað viðgerð av sjónligum æðrum
Klinikk B
10/08/2026
Æðrar á beinunum? 💜
Sjónligar bláar/lilla æðrar og smá æðranet á beinunum kunnu viðgerast við laser. ✨
Við laserviðgerð verður orkan frá ljósinum beind móti æðrinum, so tær vera hitaðar og kroppurin síðani spakuliga brýrur tær niður.
📅 21. august hava vit serligan viðgerðardag í Klinikk B saman við Dr. Prof. Firas, serlækna í húðsjúkum og laser.
Hevur tú æðrar á beinunum, sum tú kundi hugsað tær at fingið mett um ella viðgjørt?
💌 Send okkum eini boð við mynd, so vit kunnu meta um, um viðgerðin hóskar til tín.
Klinikk B | J.C Svabosgøta 6 | tel 315 777
✨ Serlig vitjan hjá Klinikk B – í august ✨
Á einum skeiði í Kroatia kom eg í samband við Prof. Dr. Firas, og nú kemur hann fyri aðru ferð til Føroya og Klinikk B.
Firas er altjóða viðurkendur húðlækni og serkønur innan laserviðgerðir.
Hesaferð verður serligt fokus á laserviðgerðir rundan um eyguni – serliga á bláu, lilla og grønligu æðrarnar, sum kunnu síggjast sum myrkar randir og ofta gera, at vit síggja troytt út.
Hesar æðrar kunnu í nógvum førum viðgerast við laser. ✨
📅 21. august fara vit at bjóða hesar viðgerðir í Klinikk B.
Hevur tú sjónligar æðrar yvir ella undir eygunum og kundi hugsað tær at fingið viðgerð hendan dagin, so send okkum eini boð 💌
Vit gera journalina frammanundan, so alt er klárt, tá Firas kemur.
Avmarkað pláss.
G.G sí áðrenn aftaná undir viðmerkingum.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Type
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
JC Svabosgøta 6
Tórshavn
100
Hvad er åbningstiderne?
| Tirsdag | 10:00 - 17:00 |
| Onsdag | 10:00 - 18:00 |
| Torsdag | 10:00 - 17:00 |
| Fredag | 10:00 - 18:00 |