RR Vakurleiki

RR Vakurleiki

Del

Send eini bod fyri info🩷

09/09/2026

Eitt ljósari smíl við tannbleiking🤍

Kosmetisk tannbleiking kann minka um misliting frá eitt nú kaffi, te, reyðvíni og royking.

❗️Les vinarliga allan tekstin, áðrenn tú bíleggur tíð.❗️

PRÍSIR OG TÍÐ

• Fyrsta viðgerð: 1.200 kr.
• Viðgerð eftir 2 mánaðir: 800 kr.
• Uppfrískan innan 6 mánaðir: 1.000 kr.

Fyrsta viðgerðin tekur 1 tíma og tær næstu 30–60 minuttir, alt eftir tørvi.

Vit meta saman um tørvin – tú nýtist ikki at koma eftir 2 ella 6 mánaðir. Avsláttarprísirnir galda við hesum tíðarbilum. Ganga meira enn 6 mánaðir, er prísurin aftur 1.200 kr.

ÚRSLIT

Hvussu nógv tenninar ljósna, veldst millum annað um tín natúrliga tannlit og mislitingina. Summi fáa eina týðiliga broyting, onnur eina meira varsama uppfrískan 🦷

Fyrr- og eftirmyndir vísa møgulig úrslit, men úrslitið er persónligt. Øll fáa ikki sama lit, og ein ávísur hvítleiki kann ikki tryggjast. Haldføri veldst um tínar vanar og tannrøkt.

NÆR VERÐUR VIÐGERÐIN IKKI GJØRD?

• Um tú ert við barn ella gevur bróst
• Um tú fært kemoviðgerð
• Við sárum ella bruna í munninum
• Við holum í tonnunum ella álvarsligum tannkjøtstrupulleikum
• Við sera viðkvomum tonnum
• Undir tannlæknaviðgerð fyri bráðfeingis tanntrupulleikar

Ert tú í iva, fá tenninar kannaðar hjá tannlækna fyrst. Tannbleiking kemur ikki í staðin fyri tannlæknaviðgerð.

ÁÐRENN OG EFTIR

Busta tenninar og brúka gjarna tanntráð áðrenn viðgerðina.

Fyrstu 48 tímarnar eftir viðgerðina verður mælt frá at roykja. Halt teg vekk frá mati og drekka, sum lita, t.d. karry, tomatsós, cola, kaffi, te og reyðvín. Hetta eru bert dømi – tað sama er galdandi fyri annan mat og drekka, sum lita.

UM GEL

Nýtt verður 0,1 % tannbleikingargel. Tannkjøtið verður vart við einum serligum verjugeli undir viðgerðini.

Skriva mær eini boð fyri at bíleggja tíð ella spyrja nærri 💌

07/09/2026
06/07/2026

Tannsmykkur 💎

23/06/2026

Tannsmykkur💎

23/06/2026

30 minuttir og 11 tónar ljósari🦷

09/04/2026

Vil du placere din virksomhed øverst på Skønhedssalon-listen i Tórshavn?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Kategori

Website

Adresse


Tórshavn
FO-100, FO-110

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når RR Vakurleiki offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Tilmeld dig

Vi meddeler dig, når der sker noget i Tórshavn.