Heidi - Hárfríðkanarstovan
Hárfríðkanarstova á Sjógøtu 108 á Tvøroyri. Damu-, harra- og barnaklipp.
Góðu viðskiftafólk.
Tikið verður ikki ímóti fleiri bíleggingum í løtuni, tey ið longu hava eina tíð, fáa gjørt sær hárið😊
Vh Heidi, hárfríðkanarstovan.
So vóru ongar tíðir eftir áðrenn Jóansøku.
Sarah hevur fleiri tøkar tíðir hesa vikuna😊 ring 257766 ella 279009
💥Vit ynskja øllum viðskiftafólkum okkara eitt gott nýggjár💥❤️
Við vón um eitt eydnuberandi 2023❤️
Heidi og Sarah😊
Nógv góð jólagávuhugskot til hennara og hansara🌲😍
SARAH BYRJAR Á HÁRFRÍÐKANARSTOVUNI HEIDI MÁNADAGIN❗️
Hey tit! Tað er við stórari gleði, at vit kunnu kunngera, at mánadagin 5. desembur byrjar dugnaliga Sarah Jensen á Hárfríðkanarstovuni😊
Hetta førir sjálvandi við sær, at vit hava nakrar kærkomnar tíðir tøkar, so, um tit ikki hava fingið tíð at snøgga tykkum hárið undan jólum, so er her eitt upplagt høvi til at fáa tað avgreitt!😊🌲
Ringið 257766 og bíleggið tíð – vit, Sarah og Heidi, gleða okkum til at síggja tykkum!😊🌲
Hárfríðkanarstovan hjá Heidi hevur stongt vegna feriu frá 4.juli til og 15. august.
Ynski øllum eitt gott summar😊🌼🌞
Góðu viðskiftafólk!
Til tykkum sum hava eina tíð hesa vikuna, verði eg noydd at útseta tykkara tíð!
Tit frætta frá mær!
Hárfríðkanarstovan Heidi letur upp aftur 2. mai!
Góðu tit øll 😊
Eftir ósjálvbodna støðgin á Hárfríðkanarstovuni herfyri, er tíðin nú endiliga komin til at byrja aftur.
Mánadagin 2. mai lati eg upp aftur og er tað mín vón, at eg fari at síggja tykkum øll aftur, komandi tíðina.
Nú fer telefonin at svara aftur og tað fer at bera til at bíleggja sær tíð beinanvegin frá 2. mai.
Vit síggjast á Sjógøtu 108!😊
Hárfríðkanarstovan Heidi letur aftur fyribils.
Góðu tit øll, vegna serligar umstøður letur Hárfríðkanarstovan fyribils aftur frá og við mánadegnum 14. mars. Væntandi letur upp aftur síðst í apríl og verður kunnað um tað, her á síðuni.
Tikið verður ikki ímóti bíleggingum fyrr enn greitt er nær Hárfríðkanarstovan letur upp aftur og tískil nyttar einki at ringja ella skriva.
Vónandi skilja øll at eg noyðist at ”trekkja stikkið” nakrar vikur – eg vendi sterkt aftur 😊
Heidi
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Kategori
Telefon
Website
Adresse
Sjógøta 108
Tvøroyri
800
Underretninger
Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Heidi - Hárfríðkanarstovan offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.